Í annaðkvøld verður síðsta undanumfar av singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar. Ætlanin var at hava trý undanumfør, men undirtøkan var størri enn væntað, og tískil var eitt eyka undanumfar í kvøld. Finalan verður leygarkvøldið 30. apríl.
Tað verða tríggir dómarar til kappingina við umboðum frá Tutl, G! Festivalinum og Tonleikur.fo.
Tey, sum ikki leita sær oman á Kafe Kaspar hesi kvøldini, hava møguleika at fylgja við singer/songwriter umførunum á HYPERLINK ?http://www.hafnia.fo? www.hafnia.fo gjøgnum live streaming.
Í annaðkvøld verða luttakarnir Eyðun Mortensen, Líggjas Olsen, Eyðun Johannesen og Sissal og Sjúrður.
Møguligt er hjá áhoyrarunum at gera sína ávirkan á úrslitið, sí hvussu á HYPERLINK ?http://www.hafnia.fo? www.hafnia.fo