Síðsta útkall Neistans

Hondbóltur - Skal Neistin fylgja við í oddastríðnum í Sunset-kappingini, krevst ein sigur, nú StÍF í annaðkvøld vitjar í Havn

Í allan vetur hava kvinnurnar hjá Neistanum blandað seg upp í odda­stríðið, har tær hava kappast við Stjørnuna og Tjaldur. Okkurt skifti hevur Neistin enntá verið fremst í bestu kvinnudeildini í hond­bólti, men í løtuni er Neistin seks stig frá oddasessinum og fýra stig frá ein­um FM-finalu­sessi.
Neistin hevði møguleikan at styrkja sína støðu sunnudagin, tá tað tó ikki eydnaðist at halda fast og vinna á Stjørnuni í Klaks­vík. Nú bert seks umfør eru eftir í Sunset-kappingini, koma ikki nógv fleiri kjansir sum tann, Neistin misbrúkti sunnu­dagin.
Ein er tó í annaðkvøld klokk­an 19, tá StÍF kemur á vitjan í ítróttar­høllini í Havn. Undan hesum dyst­inum hava hesi bæði liðini spælt ein dyst færri enn hini, og hav­andi oddastøðuna í Sunset-kapp­ing­ini í huga, er hetta ein lykla­dyst­ur hjá Neistanum.
Við einum sigri kann Neistin minka um munin upp til Tjaldur, so hann bara verður tvey stig, og mót­støðan skuldi á pappírinum eisini verið yvir­­komilig, tí StÍF er aftast á stiga­talvuni við bara einum stigi.
Hinvegin kann eitt tap hava við sær, at Neistin dettur niður ímillum, so FM-finalan mestsum longu tá kann sigast at skula verða ein uppgerð mill­um Stjørnuna og Tjaldur, sum hava spælt FM-final­urnar síðstu tvey árini.