VÍF hevði mikukvøldið vitjan av Team Klaksvík, og tað gjørdist ein »lættur dagur til arbeiðis« hjá Vestmenningum, ið vunnu 40-24 eftir 20-13 leiðslu í hálvleikinum. Andrias Eriksen skoraði 11 mál fyri VÍF, og tað sama skoraði Hanus Norðberg fyri Team Klaksvík.
KÍF spældi ikki mikukvøldið, so undan dystinum millum KÍF og VÍF sunnudagin, hevur VÍF altso spælt ein dyst meira, og sostatt hava vestmenningar færri høvi enn kollfirðingar at fáa stig, nú endaspurturin í Atlantic Airways-kappingini er í gongd.
Skal VÍF hava nakran kjans at koma í FM-finaluna ímóti Neistanum, krevst ein sigur sunnudagin, tí tá eru vestmenningar bara eitt stig aftan fyri KÍF, men hava framvegis spælt ein dyst meira. Verður tað hinvegin KÍF, ið vinnur, eru kollfirðingar í FM-finaluni, tí tá eru teir fimm stig framman fyri vestmenningar, sum tá bara kunnu fáa fýra stig aftrat.
Hinir báðir dystirnir um vikuskiftið hava bara kosmetiskan týdning. Í morgin tekur Team Klaksvík ímóti Kyndli, og Neistin spælir á heimavølli ímóti H71.
Fult umfar
Mikukvøldið var fult umfar í Atlantic Airways-kappingini. Sum sagt, vann VÍF á Team Klaksvík, men eisini vóru tveir aðrir dystir spældir, og einasta liðið, ið ikki spældi tá, var KÍF.
Í ítróttarhøllini á Hálsi var talan enn eina ferð um finaluupphiting hjá Neistanum, sum hesa ferð vitjaði grannarnar í Kyndli. Spenningur kom ongantíð í dystin, tí Neistin var alla tíðina nøkur mál frammanfyri, og dysturin endaði 33-26 til Neistan, sum var á odda 13-9 í hálvleikinum. Hjá Kyndli var Hans Áki Dal-Christiansen besti málskjútti við sjey málum, og hjá Neistanum var David Edvardsen tann stinnasti við 10 málum.
Hin dysturin var í Hoyvíkshøllini, har H71 tók ímóti StÍF, og hetta var ein sera javnur dystur, ið tó ikki var so øgiliga væl spældur. Hoyvíkingar og strandingar skiftust um at vera á odda, og bæði lið megnaðu í dystinum at koma fýra mál fram um hitt, men kundu ikki halda ta leiðsluna.
Heilt til tað síðsta gekk javnt á, men H71 megnaði so at vinna 30-29, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 14-14 í hálvleikinum. Bogdan Florea, Esbern Paturson og Dánjal Tórgarð skutu fimm mál í part fyri H71, meðan Jóannes Prestá, Sveinur Justinussen og Jógvan Berg vóru bestu málskjúttar hjá StÍF við ávikavist 10, átta og sjey málum.