Stuðulstiltak
Vilmund Jacobsen
Í samband við stuðulssvimjingina um Nólsoyarfjørð seinasta leygardag, skipaði stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fyri dansi, tombola og 21-spæli.
Men vóru veðurgudarnir blíðir, tá ið ovastevnan varð hildin í allar fagrasta veðri, vóru teir ikki so blíðir seinasta leygarkvøld, tá ið seinasta skotið í samband við ovastevnuna skuldi latast av.
Ætlanin var at hava dansin í tjaldinum í skúlagarðinum, men hesin varð fluttur í Royndarhúsið.
Bólkurin, Feed Back úr Nólsoy, spældi, men í fólkatali kundi hetta kvøldið á ongan hátt samanberast við dansin á ovastevnu, tá ið meira enn 800 fólk dansaðu og hugnaðu sær í tjaldinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Vit hava frætt úr Nólsoy, at so gott sum eingi avbygda-ella býarfólk vóru har úti seinasta leygarkvøld eftir stuðulssvimjingina, og tí var gott pláss hjá teimum sum vildu dansa í Royndarhúsinum.
Veðrið var einki serligt, og tí fekst heldur ikki tað stóra burtur úr tombola og 21-spælinum, sum stuðulsnevndin skipaði fyri hetta kvøldið.
Samanlagt eru nólsoyingar tó meira enn fegnir um úrslitið av ovastevnuni.