Síðsta orðið neyvan sagt

Klæmint Olsen umboðsnevndarlimur

Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevnd SEV?s, hevur gjørt semju við stýri og stjóra. HTO tykist nøgdur, men hvat sigur umboðsnevndin sjálv?
Eingin ivi er um, at HTO hevur skyldu til alt fyri eitt at kalla umboðsnevndina saman. Viðtøkur SEV?s heimila ikki formanninum einsamøllum at taka avgerðir ella gera semjur uttan um umboðsnevndina. Ein og hvør formaður eigur at tryggja sær undirtøku frá nevndini.
Í fyrstu atløgu er spurningurin tó, um talan yvirhøvur er um eitt umboðsnevndarmál. Í 1998 eydnaðist tað nevniliga leiðsluni - eftir tógvið stríð - at fáa broytt viðtøkurnar. Umboðsnevndin gekk sjálvboðin við til at skerja sín myndugleika. Í dag kann leiðslan t.d. keypa og selja fasta ogn uttan góðkenning frá umboðsnevndini. Men eisini ein onnur viðtøkubroyting varð gjørd. Framyvir skuldi tað ikki longur vera umboðsnevndin, sum skuldi áseta setanartreytir og reglugerðir hjá stjóranum, men stýrið sjálvt.
Hetta mál tykist júst at snúgva seg um viðurskifti stjórans.
Hinvegin hevur HTO í fjølmiðlunum orðað seg í hvøssum vendingum, m.a. hevur hann tosað um skeivar mannagongdir og heimildarloysi. Og tá koma aðrar greinar í viðtøkunum uppá tal.
Umboðsnevndin er framvegis hægsti myndugleiki SEV?s. Tað er umboðsnevndin, ið velur stýrið, og kann hon sjálvsagt skifta stýrið út, um neyðugt. Sama er galdandi fyri umboðsnevndarformannin. Eisini er tað umboðsnevndin, ið setur stjóran í og úr starvi. Um umboðsnevndin er ónøgd við stjóran, ber henni sostatt til at loysa hann úr starvinum.
Hetta ljóðar sjálvsagt alt sera álvarsamt, men hvussu ið víkir ella vendir, so sleppur umboðsnevndin ikki uttanum, at tað er hon sjálv, ið skal ansa eftir, at lógir, semjur og viðtøkur verða fylgdar. Soleiðis stendur í viðtøkum SEV?s. Okkurt bendir á, at so er ikki í hesum føri, ta ið umboðsnevndarformaðurin málber seg soleiðis.
Sum helst stórur partur av Føroya fólki kenni eg meg ikki nóg vitandi um umstøðurnar í hesum máli. Satt at siga veit eg ikki meir enn øll onnur. Kortini áliggur tað mær saman við hinum umboðsnevndarlimunum at síggja til, at alt fer rætt fram, bæði tá ið tað snýr seg um leiklutin hjá stjóranum, stýrinum og umboðsnevndarformanninum.
Eg mæli tí harðliga til, at umboðsnevndin verður kallað saman við einari dagsskrá, sum tryggjar, at neyðugar avgerðir kunnu takast.
klamint@kallnet.fo