TRÆTA
<st1:PersonName$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$ <BR>Ólavur Hóvsgarð og hansara fakfelag, Skipara- og navigatørfelagið, latið ikki málið um óhappið hjá Norrønu liggja. Málið byrjaði 15. januar 2004, og tað endar eftir øllum at døma ikki enn, hóast Fiskimálaráðið ikki ætlar at gera meira við málið.
- Eg eri ikki nøgdur, men eg haldi meg til felagið og latið felagið føra sakina, sigur Òlavur Hóvsgarð sum tað einastu viðmerkingina til Sosialin.
Ellintur Abrahamasen, formaður fyri Skipara- og navigatørfelagið, sær tríggjar møguleikar fyri sær: At klaga um málsviðgerðina til løgtingsins umboðsmann, eitt rættarmál ella at fáa landsstýrið at seta ein óheftan stovn at gera eina meting.
- Tað síðsta orðið frá okkum er neyvan sagt enn, sigur Ellintur Abrahamsen.
Kjarnin í málinum fyri Skipara- og navigatør felagnum er spurningur um, hvørt Òlavur Hóvsgarð gjørdi tey mistøk, ið frágreiðingin hjá Skipaeftirlitinum staðfestir.
Roknað verður við, at Skipara- og navigatørfelagið fer at taka eina støðu í komandi viku.