Ummæli
Síðan “Eric The Red” kom á hyllarnar á sumri í 2003, hevur tað bara gingið frameftir hjá føroyska tungmálms bólkinum Týr. Frá lokal konsertum í TB húsinum og ymsu høllunum í Havnini, er tað blivið til fleiri víðkaðar konsertferðir runt Evropa saman við bólkum, sum t.d. svensku mjøð bryggjarunum úr Amon Amarth og týsku hetjunum Die Apokalyptischen Reiter. So kann ein spyrja seg sjálvan hvat fer nú at henda, tá ið heimurin hevur hoyrt nýggju fløguna “Ragnarok”.
Hjá tí óroynda lurtaranum, fer hendan útgávan, ið eisini tann fyrsta hjá bólkinum fyri nýggja plátufelagið Napalm Records, at vera ein heldur stórur biti at svølgja. Tað nyttar ikki at fara í holt við einstøk løg eftir sum tey hava so nógv í sær sjálvum. Í høvuðsheitum spæla Týr hálvgum progressivan víkingamálm við serligum íblástri frá gomlu kvæðunum. Hesaferð er tað Tórsteins Kvæðið, ið sameinar tað siðbundna við tí tunga og melodiøsa á sama hátt sum “Regin Smiðjur” og “Ormurin Langi” hava gjørt, og enn einaferð má staðfestast, at sanna merkisvøran hjá bólkinum enn megnar at skera gjøgnum inn á merg. Á lagnum “Victory”eru spælimenninir við Kristian Blak á odda á stuttari vitjan, og er hetta eitt frískt millumbil, áðrenn tungmálmurin setur inn aftur. Fløgan er á longd við ein vanligan Steven Seagal film t.v.s. næstan 70 minuttir, og er nógv av sokallaðum instrumentalum pørtum ímillum tey ógvusligu løgini, sum eru 6 minuttir í miðal.
Manningin í bólkinum hevur ment seg yvir allar vónir. Serliga eru tað høvuðsmaðurin Heri Joensen (sang og gittara) og Kári Streymoy (trummur), sum hava spælt seg upp í eina hægri eind. Jacob Hansen hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiðið við at fáa tað besta úr okkara monnum. Danin hevur eisini tikið sær av ljóðblandinum, og er væl ávegis til at blíva tann fimti limurin í bólkinum. Meira av øllum er komið aftrat tí, sum ein kundi hoyra á “Eric The Red”. Tað er blivið størri rúm til tonsatal av riffum, melodium, ræddar harmonium, ja enntá dupultar bass trummur leita sær ofta fram í ljóðmyndina. Heri og Terji eru báðir óførir at fingrasurfa á sínum gittarum, tað er ein fragd fyri oyra at hoyra teirra fresarí á løgum sum t.d. “Wings Of Time” og “The Rage Of The Skullgaffer”.
Okkara rósverdu víkingar hava við hesari framsøknu útgávu tikið eitt stórt stig fram og víst dirvi. 16 væl skipaði løg, ílatin í einum knúsandi tungum ljóðið, og so snúgva tekstirnir seg um síðsta kríggið millum gudarnar, sum at enda fremur heimsins enda sambært nørrønu gudalæruni. Jú, “Ragnarok”er sanniliga eitt víkinga undur og uppaftur meira ein varði innan føroyskan tónleik.