Síðsta kastikapping hetta kappingarárið

Kappast verður í Kasti 5-kampi og vektkast. Hetta verður væntandi eisini seinasta kapping á hesum vøllinum, sum hevur verði einasti kastivøllur í landinum síðan 1999.

 

Kappingin byrjar kl. 14.00 við hamarkast, síðan verður raðfylgjan kúlustoyt, diskuskast, spjótkast og at enda vektkast. Stig verða givin í hvørjari grein eftir altjóða stigatalvu, og tann sum hevur flest stig tilsamans hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyarmeistari. Tann sum kastar vektina longst hjá ávikavist kvinnum og monnum verður føroyameistari í hesi grein.

 

Tilmelding fer fram á telefon 213775, ella via SMS. Minst til at upplýsa fornavn, eftirnavn, árgang og felag, skrivar athletics.fo