Síðsta freist at vinna eina date við David

Fríggjadagin kl. 13.00 er síðsta freist at luttaka í kappingini um at vinna eina date umborð á Norrønu við fyrrverandi boyband stjørnuni David Pepke úr C-21.

David spælir umborð á Norrønu á Ungdómstúrinum 06. Nú fær ein heppin genta møguleikan at sleppa á eina date við David. Tað er Planet.fo í samstarvið við Smyril Line, ið skipar fyri dateini, ið verður  umborð á Norrønu á Ungdómstúrinum 06. Datein umfatar umframt ein romantiskan døgurða saman við David, ein gongutúr á dekkinum og ein romantiskan dans við fittliga dananum, ið sigst at duga væl at dansa. Harumframt fær vinnarin ein ferðaseðil til Ungdómstúrin við gisting í Couchett.
 
Fyri at luttaka í kappingini skalt tú vera fylt átjan ár, vera konufólk og hava hug til at fara á date við David. Tú skalt síðan senda eitt teldubræv til planet@sosialurin.fo og greiða frá, hví júst tú skalt sleppa á date við David. Tað verður David sjálvur, ið lesur teldubrøvini og velur vinnaran. David dugur nøkurlunda at lesa føroyskt, men um tú vilt, at hann skal skilja alt teldubrævið, er best at skriva tað á donskum. Royni at vera skikkiligar og sømiligar í teldubrøvunum. Freistin at senda inn teldubrøv er kl. 13.00 fríggjadagin 23. juni.
 
 David hevur síðan hann einaferð hevði eina føroyska damu, verið púra forliptur í føroyskum konufólki. Hann segði í samrøðu við planet.fo, at tá C-21 í fjør vitjaðu í Føroyum fór hann í býin at dansa tað eina kvøldið, og tað er ótrúligt, at so nógvar vakrar gentur kunnu vera á einum so lítlum øki. Hann legði dent á at tær vóru festligar og fittar, men samstundis eisini skikkiligar. Tí var hann eisini beinanvegin tilreiðar tá planet.fo í samstarvi við Smyril Line skutu upp, at ein heppin lesari skuldi sleppa á date við honum.