Fótbóltskapping innandura fyri leikarar úr øllum Føroyum verður í Vági.
Innandurakappingin verður í Vágs høll 29-30 novembur.
Roynt verður nú at fáa tað stóru og vælumtóktu innandurakappingina á føtur aftur, og málbólkurin er leikarar úr øllum landinum.
5 leikarar kunnu spæla inni í senn. Tó ræður liðið sjálvt fyri talinum av leikarum.
Um kvøldið ? aftan á kappingina - skipa fyrireikararnir fyri borðhaldi og dansi. Kostnaðurin fyri fótbóltskappingina er 150 kr fyri hvønn leikara. Borðhald og dansur er ikki íroknað hetta gjaldið.
Fyrireikarar vilja fegnir hjálpa leikarum norðaneftir at finna innivist í Suðuroynni.
Vinnandi liðið fær eitt gávukort á 6000 kr.
Seinni um kvøldið verða besti spælari, besti málskjútti og besti málverji í kappingini heiðraðir.
Tekning: Birni Kærbech tlf. 580054
teldupost: bir_nik@hotmail.com