Síðsta freist at søkja til lærara

Á midnátt í kvøld er freistin úti at søkja inn á Føroya Læraraskúla. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag.

Lagt verður aftrat, at treytin fyri upptøku til læraraútbúgvingina er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.

- Vikið kann verða frá hesi meginreglu, um umsøkjari hevur ognað sær samsvarandi kunnleika, eitt nú gjøgnum arbeiðsroyndir, skeið og ikki skipaðan lestur.

Føroya Lærarafelag leggur aftrat, at førleikakrøvini hjá umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær.

Umsóknarbløð kunnu takast niður av heimasíðuni hjá Føroya Læraraskúla.

- Her ber eisini til at lesa meiri um útbúgvingina og fáa leiðbeining til umsóknarblaðið. Umsóknarblaðið kann sendast teldutøkt til lestur@setur.fo Umsóknarfreistin er úti á midnátt í kvøld. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012.

Lestrarárið á Føroya Læraraskúla byrjar mánadagin 20. august 2012.

Myndina, sum er sett til henda greinastubba, eigur Sjóvar kommuna.