Nú stórur partur av heimaflotanum liggur, og bara útróðrarbátar og teir smærru trolbátarnir eru til fiskiskap, kundu útlit verið til góðar fiskaprísir.
Men hetta sæst ikki so týðiliga aftur á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya, segði Rás2 í dag
Seinastu dagarnar hevur lítil fiskur verið á marknaðinum, men í gjár seldi uppboðssølan góð 42,3 tons av fiski.
Miðalprísurin var høgur - 20 krónur og 86 oyru fyri kilo - men hetta kemst mest av, at meiri enn helmingurin av fiskinum var havtaska, sum altíð hálar miðalprísin uppeftir.
Havtaska fekk góðar 26 krónur fyri kilo.
Hyggja vit at toskaprísinum, var hesin einki at reypa av. Mest var av toski 4, sum fekk 13 krónur og 98 oyru fyri kilo.
Nøkur tons vórðu eisini seld av hýsu í gjár, og her var besti miðalprísurin 12 krónur og 19 oyru fyri kilo.
Fyri tey 42,3 tonsini av fiski í gjár fekk Fiskamarknaður Føroya tilsamans 884.000 krónur.