SÍ snávaði

Kvinnurnar hjá SÍ mistu sera týðandi fet í heiðursmerkjastríðnum, tá tær mikukvøldið vitjaðu hjá KÍF.
<DPTAB>    KÍF hevur alt árið verið í botninum á talvuni, meðan SÍ hinvegin hevur amast móti toppinum, og tí átti talan á pappírinum at verið um lættan dyst hjá gestunum.

Men tað skuldi gerast alt annað enn lætt. KÍF hevði nevnliga ongan hug at geva seg, og tá tær fingu møguleikan, tóku tær av. Tey bæði fyrstu settini vórðu vunnin tepurt, og tó at SÍ royndi at svara aftur, so eydnaðist hetta bara hálvgum. Vertirnir tóku nevnliga eisini fjórða settið, og soleiðis skaptu tær aftur spenning í botnstríðið, har Mjølnir annars tóktust mest sum leysar.