Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, finst at Kringvarpi Føroya í dag. Hann sigur, at Dagur & Vika gav hyggjarunum skeiva mynd av grindadrápinum, sum var í Klaksvík mánamo - Tað vóru tríggir hvalir, sum ikki doyðu alt fyri eitt av teimum gott og væl 300, sum løgdu beinini. Tær myndirnar verða síðan varpaðar út um landið. Drápið gekk væl, sigur Karl Johansen við Rás2 í dag.
Hann viðgongur, at tað skal sjálvsagt ikki koma fyri, at hvalirnir doyggja seint og svárt. Men tað er torført at verja seg fyri tí, tá 300 hval brádliga og óvæntað leggja beinini.
Grindadrápið í Klaksvík hevur vakt mikla øsing í Føroyum og uttanlands.
Peter Hammarstedt, sum er ein av álitismonnunum hjá Paul Watson, hugdi at drápinum mánamorgunin. Hann skrivar í drúgvari grein á heimasíðuni hjá Sea Shepherd í dag, at talan var um eitt blóðbað.
- Ein av hvalunum hevði fimm til seks ógvusligir skurðir á kúluna. Oyggjabúgvarnir nýttu hann bókstaviliga sum eitt skeribretti. Deyðin má hava verið seinur og sera pínufullur. Summir hvalir vóru stungnir aftur og aftur í upp til fýra minuttir, áðrenn teir doyðu, skrivar Hammarstedt.
Rúna Sivertsen, skrivari og valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, øtast eisini við myndirnar, sum Dagur & Vika vísti í gjár. Hon kom fyrr í dag við uppskotinum, at grindamenn og grindakonur skulu hava loyvisbræv fyri luttaka í grindadrápi, so alt fer rætt fram.
Karl Johansen, og onnur við, hava prátað við fleiri ferðafólk, sum hugdu at grindadrápinum í Klaksvík. Ferðafólkini høvdu framman undan bara sæð myndir og filmar av grindadrápi. Sambært Karl Johansen og fleiri øðrum klaksvíkingum, vóru ferðafólkini samd um, at tað var ikki eins ógvusligt, sum myndir og filmar vísa.
- Tú skal ikki taka alt fyri fult, sum verður víst í sjónvarpinum og skrivað í bløðum og á alnetinum, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, við Rás2.