SÍ slapp ongan veg

Mjølnir vann tryggan sigur um vikuskiftið, og er talan tí framvegis um knallharðan dyst um silvurið í bestu mansdeildini

Flogbóltur

Tað eydnaðist ikki SÍ at vinna seg avgerandi framum Mjølnir, tá tey bæði næst fremstu liðini í meistaradeildini hjá monnum hittust um vikuskiftið.
SÍ hevur tað mesta av árinum verið á øðrum plássi. Og vunnu teir eisini dystin í Klaksvík, kundu teir skræða seg avgerandi leysan í so máta.
Men tað eydnaðist ikki. Mjølnir vann nevnliga 3-0 á SÍ, sum bara í fyrsta settinum veruliga gav ábendingar um, at teir eisini ætlaðu sær okkurt úr dystinum. Tað setti fór heimaliðið tó avstað við at enda, og so høvdu teir takið. Tey bæði seinastu settini hevði Mjølnir ikki teir stóru trupulleikarnar, og soleiðis eru teir nú bara tvey stig aftan fyri SÍ á stigatalvuni.