SÍ skrivað søgu

Flogbóltsmenninir hjá SÍ hava í dag vunnið 3-0 á Mjølnir í avgerandi uppgerðini um meistaraskapin. SÍ hevur í dag tryggjað sær FM heitið í flogbólti fyri menn. Sigurin á Mjølnir var 3-0. Settúrslitini vóru 25-22, 27-25 og 25-16.

Tey bæði fyrstu settini vóru jøvn og tøtt, og klaksvíkingar vóru eina løtu frammanfyri í báðum settunum. Í triðja og avgerandi settinum var eingin ivi.

SÍ flogbóltur hevur skrivað søgu. Kvinnurnar tryggjaðu sær síðsta sunnudag greipuna, og í dag hava menninir í triðju finaluni, sum var á Giljanesi, tryggjað sær greipuna. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at eitt felag hevur vunnið steypakappingina og FM bæði í kvinnukappingini og kappingini hjá monnum.