Havn: Hóast Sjómansheimið nú fær nýggjar eigarar, so fáa øll starvsfólkini møguleika at halda fram í sínum størvum á arbeiðsplássinum, sum nú fær heitið Hotel Tórshavn.
- Tey hava verið við til at byggja hetta hotellið upp, og tey kenna hetta arbeiðsplássið. Og tað ætla vit so ikki á nakran hátt at bróta niður, sigur nýggi stjórin á Hotel Tórshavn, Johannes Jensen við Sosialin.
Hinvegin er møguleiki fyri at okkurt av starvsfólkunum kann verða flutt í annað starv á hotellinum, orsakað av skeinkiloyvinum.
Tað kemur kanska óvart á onkran, men ætlanin er at Hotel Tórshavn skal søkja um skeinkiloyvi. Hetta vórðu starvsfólkini eisini kunnað um á fundi gjáramorgunin.
- Men eg legði so eisini dent á, at vit taka menniskjanslig atlit: Tey sum ikki ynskja at arbeiða við hesum, kunnu verða flutt í annað starv, sigur Johannes Jensen.
Hann metir Hotel Tórshavn hava góðar møguleikar í framtíðini. Hetta er eitt hotel, sum bæði føroyingar og útlendingar gera nógv brúk av, meðan Hotel Føroyar meiri er at líkna við eitt konferansuhotell, har ikki so nógvir føroyingar gista.
- Vit ætla at halda fram á ymiskan hátt og á ymiskum støðum. Og vit ætla kanska nettupp at draga fram og vísa á, at talan er um tvey ymisk sløg av hotellum, sigur Johannes Jensen.
Gott grundarlag
Johannes Jensen sigur, at eftir hansara meting er stórur tørvur á altjóða hotellum í Føroyum.
Tann stóri spurningurin í hesum sambandi er kortini, hvussu støðan er við tí konsepti og tí endamáli og kristiliga grundarlagi, sum tey trý sjómansheimini her á landi í Havn, Runavík og í Klaksvík - eru bygd á, og sum tey hava verið rikin eftir í mong ár.
Johannes sigur, at tað er púra greitt, at tað sum er bygt upp á sjómansheiminum hesi seinastu árini, skal ikki verða brotið niður orsakað av at TF Ognir nú hava keypt bygningin.
- Her er eitt gott grundarlag, sum vit kunnu byggja víðari uppá, sigur nýggi stjórin.
Ætlanin er ikki sum hann tekur til at bresta við hurðunum og fremja tær stóru broytingarnar á hotellinum: Tað skal framvegis rekast sum eitt trístjørnað hotel, eftir egnum konsepti, við egnum prísum, úrvali og starvsfólki.
- Tað er ikki ætlanin, at hotellini bæði skulu rekast eins. Tað skal verða soleiðis, at sósirnar á báðum støðunum ikki smakka eins, sum Johannes málber seg.
Ymisk atmosfera
Fyri Johannes Jensen er støðan púra greið, at tað eru nógvir fyrimunir við tí eigaraskiftinum, sum nú er fingið í lag.
Í løtuni eru so tríggir bygningar við í hesum samstarvinum Hotel Tórshavn, Hotel Føroyar og vallaraheimið Kerjalon við Oyggjarvegin.
Við hesum verða aftur møguleikar skaptir fyri tí, sum Johannes nevnir stórdriftsfyrimunir.
Her verður talan um eina felags leiðslu, eina fyrisiting og eina EDV-skipan. Hetta fer so aftur at skapa fyrimunir í marknaðarføringini, søluni, innkeypinum og við lønunum.
- Kortini verður talan um tvey hotel við ymiskum stíli, ymiskum designi, ymiskum uppskriftum og ikki minst við ymiskari atmosferu.
- Jú, hetta fer at ganga, sigur Johannes Jensen, sum hevur verið stjóri á Hotel Føroyum seinastu trý árini.