##med2##
Mansliðið hjá Fleyr var fyri afturstigi í stríðnum um at vinna seg í FM-finalurnar, tá teir á heimavølli í kvøld taptu 1-3 fyri SÍ. Fleyr hevur nú sjey stig upp til SÍ, ið er á øðrum plássi.
Fleyr-SÍ 1-3 (23-25, 25-19, 14-25 og 23-25)
Mjølnir er greitt á odda við 27 stigum. SÍ er á øðrum plássi við 15 stigum. ÍF hevur 10 stig, og aftast er Fleyr við átta stigum.
Í annaðkvøld klokkan 19 tekur Mjølnir móti ÍF.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hoyr eisini Óla stutt taka samanum settini.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bjarka Enni hjá Fleyr og Julian Vest Niclasen hjá SÍ. Bjarki ásannar, at gongdin má vendast skjótt hjá Fleyr um teir skulu hava nakran møguleika at vinna seg í FM-finaluna.