Súsanna vann Barnaprix 2012

Í gjár var stóra finalubrakið í Barnaprix 2012. Upptøkuroyndir til kappingina vóru í døgunum 20. og 27. apríl, og har vóru teir tíggju finalistarnir funnir.

 

Tiltakið byrjaði klokkan 16 í gjár, og rættiliga fitt av fólki var komið í Høllina á Hálsi, sum var karmur um finaluna í Barnaprix 2012.

 

Tey tíggju børnini, sum vóru millum 7 og 13 ára gomul, sungu og framførdu á einum stórum og vakurt prýddum palli. Luttakararnir vóru sum vera man spentir og í góðum hýri, og sambært fyrireikarunum hugsaðu børnini ikki so nógv um, at tey vóru kappingarneytar, men tey vóru øll væl og hugnaðu sær saman.

 

- Børnini vóru ófør at stuðla hvørjumøðrum, og tað var uttan iva við til, at tað gekk so væl hjá teimum at syngja á pallinum, sigur Mark Joensen, ein av fyrireikarunum.

 

Ikki kann sigast annað, enn at finalistarnir sungu væl, men tað var tó ein genta, ið skaraði burturúr.

 

- Dómararnir vóru ikki í um, hvør skuldi fara avstað við sigrinum, tí ein, sum dómararnir veruliga løgdu merki til, var 11 ára gamla Súsanna K. Poulsen, greiðir Mark Joensen frá.

 

Súsanna K. Poulsen sang lagið "Price Tag" hjá Jessie J, og hetta gjørdi hon so mikið væl, at hon bleiv vald at vera vinnari av Barnaprix 2012. Ein partur av vinninginum er at at sleppa at framføra á Summarfestivalinum og G! í summar.