Súsanna í serflokki

Súkkling - Súsanna Skylv vann aftur í ár kappingina hjá kvinnunum, og hóast hon bara sjálv onnur var við har, læt hon væl at, tí Statoil Kring Føroyar var fyri hennara viðkomandi mest ein upphiting til HM

So skjótt sum súkklukappingin var liðug í gjár, fór Súsanna Skylv heim at pakka, og hon er nú longu farin av landinum til næstu stóru avbjóðingarnar, ið eru í triathlon. Komandi viku­skiftið skal hon kappast í HM og vik­una eftir skal hon verja DM-heitið, hon vann í fjør.
– Eg eri heilt væl nøgd við at vinna kappingina hjá kvinn­unum. Eg havi lagt hetta sum eina harða venjing, sum sostatt er tann síðsta undan HM-kapp­ingini, sigur Súsanna Skylv, sum bara hevði Marin Ennistein at kapp­ast við, tí tær báðar vóru einastu súkklararnir í kvinnu­kapp­ingini á fulla teininum.
– Tá vit bara eru tvær, kanst tú kenna teg eitt sindur einsa­malla viðhvørt, men tað var øgiliga stuttligt allíkavæl. Her vóru eisini so nógvir súkklarar við hesa ferð, at eg var ongantíð heilt einsamøll.
Hon heldur, at kappingin hesa ferð hevur verið nokk so hørð, men tað hevur so samstundis givið henni uppaftur betri venj­ing, nú aðrar avbjóðingar eru fyri framman.
– Suðuroyggin plagar at vera sera hørð, men har gekst væl, og tað sama var í dag í Streymoynni, hóast eg hevði væntað, at eg fór at vera eitt sindur moyrari, sigur Súsanna, ið einki hevur ímóti at bjóða mannfólkunum av í Statoil Kring Føroyar.
– Eg veit ikki, hvussu teir hava tað við tí, men eg rokni bara við, at mannfólkini eisini onkuntíð hugsa sum so, at tað skal í øllum førum einki konufólk fram um meg.