Súsanna, Ria og Hans Tórgarð heiðrað

Ólavsøkudag fingu tey trý systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð handað

Listavirðisløn Miðlahúsins fyri teirra arbeiði og leiklut innan føroyskan

sjónleik.

Tað var Jan Müller, forstjóri í Miðlahúsinum, sum handaði teimum

virðislønina uppá tilsamans 75.000 kr. Tiltakið fór fram við standmyndina

av Nólsoyar Páll í Vágsbotni stutt eftir, at tingið varð sett. Grundgevingin

fyri at lata Tórgarðssystkini fáa virðislønina var henda:

 

"Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáa Listavirðisløn Miðlahúsins 2009

fyri teirra stóra og slóðbrótandi virksemi fyri føroyska leiklist. Tey hava

í mong ár og mangan undir truplum umstøðum verið framúr virkin við

sjónleiki, leikstjórn og leikriti, og listarliga arbeiði teirra hevur havt

stóran týdning fyri føroyska leiklist og føroyskan samleika. Við stórum

ídni, góðum sjónleikaragávum og málsligum hegni hava tey trý saman við

mongum øðrum innan leiklistaøkið verið við til at flyta føroyska leiklist

fram á altjóða støði. Súsanna, Ria og Hans Tórgarð hava við leiklistini

givið føroysku áskoðarafjøldini ríkar og ógloymandi upplivingar, samstundis

sum tey hava verið við til støðugt at menna føroyskan sjónleik sum

listagrein í Føroyum."

 

Stuðla virðislønini hava Tórshavnar Kommuna, Kvívíkar Kommuna, Føroya Banki,

Føroya Tele, Hotel Føroyar, Poul Hansen heilsøla og Tryggingarfelagið LÍV.

 

Lesið eisini Vikuskiftissosialin, tá vit hava meira um virðislønina.