Súsanna nýggjur yvirlækni í barna- ungdómspsykiatriini

Nú eru tríggir serlæknar í barna- og ungdómspsykiatri í føstum starvi í Føroyum

 

– Í mong ár var eingin serlækni í barna- og ungdómspsykiatri í føstum starvi í Føroyum, men við setanini av Súsonnu Reinert Petersen eru tær nú tríggjar í tali.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið í dag, nú Súsanna Reinert Petersen er sett í starv sum nýggjur serlækni í barna- og ungdómspsykiatriini. 

Landssjúkrahúsið skrivar, at barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið í stórari menning seinnu árini.

– Talið av børnum og ungum, sum leita sær hjálp er nógv øktur og viðgerðartilboðini eru fleirfaldað. Eitt nú varð eitt dagtilboð sett á stovn í fjør, har viðgerð og greining av fer fram.

– Samstundis er stórur tørvur á at veita barna- og ungdómspsykiatriskar tænastur á teimum stovnum, sum á ymsan hátt taka sær av børnum og ungum, sum eru útgreinað og sett í viðgerð á Psykiatriska deplinum.

##med2##

Tað var í mars í ár, at landsstýrismaðurin í heilsumálum lat játtan til triðja serlæknan í barna- og ungdómspsykiatri og Súsanna tók við starvinum sum yvirlækni 1. mai. Súsanna og er kend á Psykiatriska deplinum, har hon hevur verið í farloyvisstarvi hetta seinasta árið.

– Vit gleðast um framburðin á økinum og ynskja Súsonnu hjartaliga tillukku við starvinum, skrivar Landssjúkrahúsið.