Súsanna kappast í frumskógi

Fýra samdøgur við kropsligum avbjóðingum. Eingin svøvnur og lítið av mati. Soleiðis er adventure race í Suðuramerika, har føroyska Súsanna Skylv í hesum døgum luttekur.

Rannvá G. Fossaberg

- Eg veit ikki, hvussu samarbeiðið hjá okkum á liðnum fer at ganga, og so áni eg ikki, hvussu eg fari at reagera kropsliga og sálarliga undir tílíkum umstøðum, sigur Súsanna Skylv. Saman við trimum monnum á sínum liði, Skandia Adventure Team, fer hon at luttaka í einum sokallaðum adventure race í Ekvador leygarmorgunin.

Dystast upp á tíð
Tá klokkan er fimm í Ekvador í Suðuramerika leygarmorgunin, byrjar ein sjáldsama hørð liðkapping, sum er av slagnum adventure race, har ítróttarfólk úr øllum heiminum luttaka. Henda kappingin hevur fingið heitið Huairasinchi Chevrolet 2012. Í samfull fýra samdøgur skulu luttakararnir ígjøgnum fleiri etapir, har tey eitt nú skulu súkkla á fjallasúkklu, renna, rógva kajakk og klatra. Hóast allir luttakararnir hava íðkað ítrótt á høgum støði, eru tað ikki einans tær ymisku greinirnar, tey kappast í, sum eru avbjóðandi. Kappingin fer fyri ein stóran part fram í jungluni, og tískil skulu tey luttakandi dystast upp á tíð í áum, runu og á ósløttum lendi. Tíðin verður sett í gongd leygarmorgunin klokkan fimm, og fyrstu luttakararnir koma væntandi á mál einaferð týsdagin.

Kroppurin verður pressaður
Ein luttakari í kappingini er Súsanna Skylv, sum er kend innan føroyska itróttarheimin. Og júst tær royndirnar, sum hon hevur frá ítróttinum, heldur hon kunnu verða ein fyrimunur á adventure race.
- Eg havi róð í nógv ár, so eg eri von við at merkja, at kroppurin verður pressaður til tað ýtarsta. Seinastu árini havi eg eisini íðkað triatlon á høgum støði, so eg kenni til nakrar av disiplinunum, sum eru í kappingini, sigur Súsanna. Henda adventure race kappingin, sum er í Ekvador í døgunum 18. til 21. februar, er ein World Cup kapping og gevur atgongd til heimsmeistaraskapið í adventure race, sum verður seinni í ár.
- Eg eri á einum góðum liði, ið telur tveir danskarar og ein breta. Teir hava áður luttikið í fleiri slíkum kappingum sum hesari, so teir vita, hvørjar upplivingar liggja fyri framman teir fýra dagarnar, tey dystast í Ekvador. Hetta heldur Súsanna hevur nógv at siga.
- Tveir av teimum hava leingi koyrt adventure race saman, so teir kennast væl og vita um styrkir og veikleikar hjá hvørjumøðrum, sigur Súsanna, sum sjálv heldur seg vera væl fyri til dagarnar í Suðuramerika.

Súsanna er væl fyrireikað
- Eg eri í góðum formi og luttaki javnan í kappingum av ymsum slag, so kropsliga eri eg væl fyri, sigur 33 ára gamla havnardaman, sum er eins tilvitað um sínar styrkir sum veikleikar á einum slíkum túri.
- Bæði kropsliga og sálarliga eri eg sterk. Harafturat havi eg ein positivan hugburð, tá tað kemur til harðar avbjóðingar sum til dømis tær, eg væntandi fari at uppliva í kappingini í Ekvador.
Eitt, sum Súsanna er serliga spent uppá, er at vita, hvussu kroppur og sinn fara at reagera í teimum ymisku støðunum, sum vera á túrinum.
- Eg eri ótrúliga spent upp á at finna útav, hvussu eg eri undir tílíkum umstøðum, serliga tí eg fái lítlan og ongan svøvn og ikki fái vanligan mat, sigur Súsanna. Framum manglandi svøvn og mat verður ein av størstu avbjóðingunum hjá Súsonnu at klatra.
- Vit skulu súkkla upp í 5000 metra hædd og klatra niðuraftur, og eg ímyndi mær, at tað fer at kennast rættiliga kalt í so høgari hædd, sigur Súsanna.

Hevur turran fisk í taskuni
Túrurin er býttur upp í fleiri partar, og luttakararnir hava bert fáar steðgir, til dømis tá tey skifta frá eini disiplin til eina aðra. Í hesum steðgunum hava tey eisini møguleika at fáa hjálp frá einum sokallaðum hjálparliði, sum er eitt lið av fólki, ið hjálpir við útgerð, klæðum og mati.
- Vit eta ikki serliga nógv á túrinum, men orka skal jú til, og tí eta vit serligar energiposar við gelé í, sum geva nógva orku og liggur lætt í maganum, greiðir Súsanna frá, sum eisini hevur tikið føroyskan mat við til ferðina.
- Eg havi tikið nakrar posar av turrum fiski við, av tí at tað fyllir lítið í taskuni, og samstundis er nógv orka í turrum fiski.
Hóast hon næstan ikki svevur í fýra samdøgur, etur lítið og er ekstremt virkin, so gleðir Súsanna seg til teir dagarnar, kappingin verður.
- Mær dámar væl at geva mær sjálvum avbjóðingar og eg føli, at eg eri so væl fyrireikað sum yvirhøvur gjørligt og formurin er í topp, sigur Súsanna.



Í tekstboks:
Hvat er adventure race?
Adventure race er ein kapping, har luttakararnir skulu royna tvær ella fleiri disiplinir, ið serliga snúgva seg um úthaldni. Aloftast er kunningarrenning ella navigatión afturvendandi partur av adventure race, men eisini lendisrenning, fjallasúkkling, kajakrógving og klatring eru partar av kappingunum. Eitt adventure race kann vara í alt frá nøkrum tímum og heilt upp í meir enn eina viku. . Liðini avgera sjálvi, nær ella um tey hava steðgir, og hesir steðgirnir telja við í samlaðu tíðini. Tað liði, ið kemur á mál við bestu tíðini, hevur vunnið kappingina.