- Eg havi eini gomul hús við gomlum vindeygum og køki, og her er alt at gera. Børnunum tørva nýggjar teldur, og eg eri ovurfegin.
Tað sigur hepni Gekka-vinnarin í kvøld, Súsanna Dahl Jacobsen. Hon vísir á, at vinningurin á 1,1 miljón krónur kemur ógvuliga væl við.
- Tá eg sá, at hjólið í øðrum drátti steðgaði á tí reyða Gekkinum, fór eg upp á rystast. Eg og 17 ára gamla dóttir mín vóru inni, og 14 ára gamli sonur mín lá á loftinum og svav.
Súsanna Dahl Jacobsen, ið starvast sum hjálparfólk hjá Klaksvíkar Fysioterapi, sigur, at sonurin kom leypandi upp og visti ikki, hvat var á vási.
- Jú, eg eri ómetaliga glað. Her komu fólk á gátt beinanvegin, og fleiri steðaðu í bilum uttanfyri. Eg haldi, at øll eru glað okkara vegna, sigur hepni Gekka-vinnarin í kvøld, Súsanna Dahl Jacobsen.










