Súsanna Danielsen: Eg eri kanska ov skjót á avtrekkjaranum

Í reyðu húsunum í Gríms Kambansgøtu í Havn er søguríkt at trína inn. Í stásiligu kørmunum er eitt modernað huglag flætta saman við tí søguliga, sum hetta húsið hevur at bjóða. Hetta er ikki bara eitt vanligt hús. Hetta er barnsdómsheimið hjá ein av okkara mætastu rithøvdunum, Jørgen Frants Jacobsen, sum er faðir at søguni um Barbaru.

 

Her vaks hann upp. Og tað er ikki av tilvild, at Súsanna Danielsen nú býr í hesum søguríka heimi. Jørgen Frants var mammubeiggi hennara, og húsið var eisini barnsdómsheimið hjá mammu Súsonnu. Tey vóru nógv systkin, men flestu teirra vóru ógift, so fyri nøkrum árum síðani keypti Súsanna húsið.

 

Hon gjørdi umvælingar á húsini, men hevur megnað at varðveita tað søguliga í sjarmerandi heiminum. Gomlu møblarnir og gomlu myndirnar á veggjunum, sum dokumenterað, at møblarnir eisini stóðu frammi fyri fleiri áratíggjum síðani vísa, at her er eitt hús við sál. “Sum eg elski slík hús, sum tú næstan ikki kann keypa fyri pengar í dag”, hugsaði eg, tá ið eg setti meg í nýpolstraðu grønu antikkstólarnar, sum standa við vindeyga í stovuni. Vindeyga, sum kagar út yvir Skálatrøð og bátarnar á fjørðinum. Tí sannleikin er tann, at ein húsasál er nakað, sum einans kann skapast gjøgnum ættarlið av upplivingum, minnum og umvælingum. Tann fíni dansurin millum tað gamla og tað nýggja hevur Súsanna meistra til UG.

 

Súsanna sjálv er uppvaksin á Velbastað, men síðani ár 2000 hevur hon búleikast í gomlu húsunum á Gríms Kambansgøtu. Og tað er eisini í hesum húsi, at Súsanna í dag nýtur lívið. Síðani 2014 hevur hon arbeitt í fýra mánaðir sum leiðari fyri heilsu og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar Kommunu, men fyri uttan tað hevur hon ongar ætlanir um at halda fram at arbeiða.

 


- Eingin setur ein fyrrverandi stjóra í starv. Tað hevði eg heldur ikki tímað, sigur Súsanna Danielsen, tá ið vit nærkast prátinum um, hvørjar framtíðar ætlanirnar eru. 

 

Les greinina í fullum líki í Kvinnublaðnum HON, sum kom út mikudagin.