Søs Fenger gestur á Rás2

Søs Fenger, sum er í Føroyum í hesum døgum, er í morgun gestur hjá Rannvá Gaard Fossaberg á Rás2.

Danska sangarinnan, sum fyllir 50 2. Desember, er í Føroyum og hevði í gjárkvøldið konsert í Norðurlandahúsinum.

- Eg hevði ongan gittarspælara við, og eg haldi meg ikki til sjálv at spæla. Tíbetur fekk eg fatur í Eyðun Nolsø, og vit vandu eitt sindur á hotelkamari mínum og fóru so til konsertina. Og eg haldi at tað gekk framúr væl, um eg skal siga tað sjálv, sigur Søs Fenger við Rás2.

Við Rannvá Gaard Fossaberg sigur Søs Fenger skemtandi, at hon ætlar at finna sær ein sjeik, áðrenn hon fyllir 50, so hon hevur ein ávísan skund.

Ein av kendastu sangunum hjá Søs Fenger er »Den jeg elsker, elsker jeg«.