Vit kenna hann frá flogbóltslandsliðnum og besta mansliðnum hjá SÍ, har hann man hava verið við í eini 15 ár. Men tá Mjølnir og SÍ fara á vøllin í morgin at spæla steypafinalu, verður Jón Nielsen ikki við á liðnum, sum hann fimm ferðir fyrr hevur verið í steypafinalu við, men á liðnum hjá Mjølnir.
– At eg nú skal spæla finalu ímóti SÍ, kennist nokk eitt sindur undarligt. Men nú lá ikki fyri hjá mær at spæla við SÍ, og av tí at steypafinalan er ein øgiliga stórur dystur, so mátti at vera Mjølnir, um eg skuldi í finaluna, sigur 29 ára gamli Jón Nielsen.
Hann hevur ikki gjørt so nógv við flogbóltin í vetur, men tá Mjølnir-kappingin var herfyri, spældi hann við 1. deildarliðnum hjá Mjølnir. Og nú steypafinalan nærkaðist, lógu teir í Mjølnir framvið at fáa Jón á besta mansliðið hjá sær, og um vikuskiftið spældi hann fyrstu ferð við, tá Mjølnir á Kambsdali vann á ÍF.
– Tað er altíð ringt at koma inn á eitt nýtt lið, so hetta er eitt sindur øðrvísi fyri meg. Eg vóni sjálvandi, at eg sleppi at spæla, men eg vænti ikki, at eg byrji inni. Men fái eg kjansin, so skal eg gera mítt besta til, at Mjølnir vinnur, sigur Jón, ið roynir at brúka sínar drúgvu royndir, um hann sleppur upp í part í finaluni.
– Nú er tað so sum so, hvussu nógv eg havi spælt í vetur, men eg dugi grundspælið, so tað man vera á einari leið. Tað er sum vit at súkkla, at tað nýtist tær ikki at læra fleiri ferðir.