Sørvingar vunnu sær fyrimunin

Í Eikliguni hjá monnum hevur verið eitt sindur av kapping millum SÍ og Fleyr um at koma í finaluna ímóti ÍF, men nú SÍ í gjárkvøldið dró longra stráið í uppgerðini teirra millum, hevur liðið eisini vunnið sær ein avgerandi fyrimun í endaspurtinum.

Dysturin í Gundadalshøllini í gjárkvøldið, tá Fleyr tók ímóti SÍ, var klárt tann mest spennandi hjá monnunum, sum um vikuskiftið spældu ikki færri enn fýra dystir. Undan dystinum vóru bara tvey stig á muni, og hevði tað eitt nú eydnast Fleyr at vunnið 3-0, hevði blivið javnt í stigum og næstan javnt í settum eisini.

Tað sást eisini beinanvegin, at teir í Fleyr vóru øgiliga spentir og uppsettir, tí teir løgdu fyri sum eitt ódnarveður og vóru á odda allan vegin uppeftir í fyrsta setti. Serliga riggaði væl at serva beint á spælandi venjaran hjá SÍ, men hann dugdi at lesa skriftina á vegginum og skifti seg sjálvan út til annað sett. Tá riggaði ikki meira, og líka so sannførandi, sum Fleyr hevði verið í fyrsta setti, var SÍ tað í øðrum, millum annað við munandi tryggari móttøkum enn áðrenn.

Sørvingar fóru eisini avstað við triðja setti, ið tó bleiv munandi meira spennandi, eins og fjórða sett gjørdi tað, tá Fleyr tó vann. Hesi bæði settini megnaðu liðini bæði at vísa fínan flogbólt, umframt at tað var javnt og spennandi frá byrjan til enda, so her kundi ein og hvør síggja, at nógv stóð upp á spæl. Menn tordu betur at spæla, og serliga kom SÍ fyri seg, eftir at hava spart eitt sindur ov nógv upp á slagkraftina í fyrru settunum.

Nú alt skuldi avgerast í fimta settinum, lá líkasum í luftini, at her kundi alt henda, men so bleiv ikki, tí nú kom størra breiddin hjá sørvingum veruliga til sjóndar. SÍ var klárt betri, og tá liðini skuldu skifta síðu, vóru sørvingar longu á odda 8-1, og teir vunnu eisini settið 15-8 og tryggjaðu sær sigurin og avgerandi fyrimun í kappingini um at koma í FM-finalurnar ímóti ÍF.

Ættarliðsskifti

Leygardagin hevði SÍ eisini frægastu upphitingina til »hálvfinaluna« ímóti Fleyr í gjár, tá tað á heimavølli í Sørvági eydnaðist at vinna ein greiðan sigur á Mjølni, sum í vetur hevur verið ígjøgnum eitt satt ættarliðsskifti, ið hevur merkt stigaturk hetta kappingarárið, men sum óivað fer at løna seg væl í framtíðini.

Seinnu árini hevur Mjølnir koyrt við nógvari rutinu, men nú er beint øvugt, tí av teimum meira tilkomnu var bara Jón Syderbø við hjá klaksvíkingum, umframt at Jóannes Poulsen var við sum eykamaður.

Hinvegin hava sørvingar leingi dugað væl at slúsað ungt fólk inn á liðið, og tí merkist tað ikki sum nøkur stór broyting, men ein stigvís menning alla tíðina. Av tí sama er breiddin munandi betri hjá teimum í SÍ, sum eisini hevði munin allan dystin leygardagin. Í øðrum setti fekk Mjølnir blokkin at koyra nokk so væl eina góða løtu, men annars var mótstøðan frá SÍ ov sterk.

ÍF í serklassa

Alt kappingarárið hevur kappingin hjá serliga tveimum av hinum trimum liðunum snúð seg um at koma í FM-finalurnar ímóti ÍF, og tað skyldast heilt einfalt, at ÍF í vetur hevur verið í serflokki tað besta og mest støðuga liðið. At so er, vístu fuglfirðingar eisini um vikuskiftið, tá teir fyrst leygardagin spældu heima ímóti Fleyr og so sunnudagin á útivølli ímóti Mjølni.

Í dystinum leygardagin fekk Fleyr ongantíð fótin fyri seg, men mátti finna seg í at skula renna aftaná frá byrjan til enda. ÍF sat á øllum og gav ongantíð havnarmonnunum loyvi til at koma inn í dystin, og tí gjørdist talan um trý sett við alsamt greiðari muni, sum tað leið út á dystin.

ÍF hevur eisini sett fleiri og fleiri av sínum ungu spælarum við, men at tann royndasti, Rúni Weihe, nú spælir libero, ger liðið bara betri. Og tá ÍF var í Klaksvík sunnudagin og setti triðja sett til, skyldaðist tað mest, at Boban Ilic fór út eina løtu og var ov seinur at koma innaftur, og í fjórða setti styrktist liðið enn meira, tá eisini Bartal Eliasen kom inn.

Myndin av tí dystinum var annars, at ÍF læt teir ungu sleppa at taka ábyrgd og tað megnaðu teir sum heild fínt. Tí kann staðfestast, at megna fuglfirðingar at varðveita fólkið, verður tað ikki bara hetta kappingarárið, ið helst fer at hilnast væl, men eisini nøkur av teimum komandi.

Eikligan, menn
26/01 SÍ-Mjølnir 3-0 (25-13, 25-21, 25-20)
26/01 ÍF-Fleyr 3-0 (25-19, 25-18, 25-16)
27/01 Mjølnir-ÍF 1-3 (13-25, 18-25, 25-19, 11-25)
27/01 Fleyr-SÍ 2-3 (25-17, 14-25, 23-25, 27-25, 8-15)

ÍF 13 13 0 39 3 36 21
SÍ 13 8 5 26 20 6 12
Fleyr 13 5 8 20 24 -4 8
Mjølnir 13 0 13 1 39 -38 0