Tað er nú greitt, at tað verður ongin fólkaatkvøða í Sørvági um at leggja kommunurnar í Vágum saman.
Tað er greitt eftir bygdaráðsfund í Sørvági í gjárkvøldið, har tað varð einmælt samtykt, at tað skal ongin fólkaatkvøða verða í Sørvági.
Sostatt fara sørvingar ikki at fylgja í fótasporunum hjá Sandavági og Miðvági, sum eru hinar báðar kommunurnar í Vágum, tí í teimum báðum bygdunum verður fólkaatkvøða um at leggja kommunurnar í Vágum saman.
Fólkaatkvøðan í Miðvági og í Sandavági verður samstundis sum løgtingsvalið verður tann 19. januar og í tíðini upp til valið, skal upplýsandi tilfar fáast til vega til borgararnar í báðum bygdunum um fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging, samstundis sum ætlanin er at skipa fyri borgarafundi.
Í Miðvági og í Sandavági halda tey, at tað er ein fyrimunur at hava fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging samstundis sum fólkaatkvøðu, tí tá fer fólk á val kortini og sostatt eru útlit fyri eini rættiliga stórari valluttøku.
Sørvingar ikki við
Í gjárkvøldið skuldi so Sørvágs Bygdaráð taka støðu til um fólkaatkvøða eisini skuldi vera í Sørvági.
Men har var full semja um, at tað skuldi ongin fólkaatkvøða vera um samanlegging í Sørvági.
Bygdaráðið í Sørvági samtykti hinvegin at bíða eftir løgtingsvalinum fyri at vita, hvørjar ætlanir ein nýggj samgonga hevði við kommununum.
Eitt, sum lá í hesum, er, at Sørvágs Bygdaráð vil vita, hvørjar ætlanir ein nýggj samgonga hevur um at leggja ymisk málsøki undir kommunurnar at umsita og so verður spurningurin tikin uppaftur eftir tað.
Bygdaráðslimir ivaðust eisini í um ein nýggj løgtingssamgonga ikki eisini fór at leggja kommunur saman við lóg, tí hendir tað, er onki endamál hjá kommununum at brúka tíð og kreftir upp á spurningin.
- Ætlar ein nýggj samgongu ikki at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita, er ongin orsøk at skunda sær at taka støðu til kommunusamanlegging, var eitt sjónarmið á bygdaráðsfundinum í Sørvági.
Tað varð eisini hildið at vera skeivt at blanda eina fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging upp í løgtingsvalið, ella sum onkur tók til: Tað er púra skeivt at vevja alt saman.
Bygaráðslimir í Sørvági halda eisini, at tað verður bara eitt eljustríð at tosa um fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging mitt í jólamánaðinum.
- Tað er eisini skeivt at halda atkøðugreiðslu um kommunusamanlegging samstundis sum løgtingsvalið er við teirri grundgeving at tá verður valluttøkan størri.
Tað, sum lá í tí var, at fólk, sum hava áhuga í málinum um kommunusamanlegging, fara at siga sína hugsan, sama um løgtingsval er ella ikki.
Les eisini greinina: Ikki meiningin at fólkaatkvøða skuldi vera í vágum.