Sørvingar taka gamlan tátt upp

Nú eru 10 ár síðani, at kvøldseta var í Sørvági, men nú er ætlanin at taka hendan gamla táttin uppaftur. Sostatt verður kvøldseta við kaffi og kaku í skúlanum í Sørvági leygarkvøldið 17. novembur klokkan 19.30. Tá fer Sonni Jacobsen at siga frá um skúla og skúlabygging í Sørvági ígjøgnum tíðirnar. Samstundis fer Reðin Leonsson at vísa film úr Sørvági frá sekstiárunum, umframt ein film um einaferð, teir komu aftur úr Gáshólmi tíðliga í áttatarunum. Á kvøldsetuni verður eisini spurnarkapping ímillum býlingarnar Húsadal Mýrarnar. Tónleikinum standa Jóan Jakku Guttesen og Holgar Jacobsen fyri, men tað verður eisini felagssangur við harmonikuspæli afturvið. Aldursmarkið er 18 ár.