Sørvingar tóku alt

Burtursæð frá øðrum setti, fekk Mjølnir ongantíð veruliga fótin fyri seg í Sørvági leygardagin, tá SÍ veruliga vísti í verki, at liðið ætlar at bjóða av heilt har frammi. Alt bendir framvegis á, at hesi bæði liðini eisini enda í FM-finalunum

Flogbóltur

SÍ hevði undan dystinum leygardagin vunnið tríggjar dystir á rað í Eik-liguni hjá monnum, umframt finaluna í Mjølnir-kappingini, so sjálvsálitinum sá ikki út til at bila. Og tað vísti seg á eisini beinanvegin á vøllinum, nú Mjølnir vitjaði, tí sørvingar løgdu fyri sum eitt ódnarveður.
Jón Joensen hevði nakrar sera góðar hoppiservur, og so var SÍ alt í einum á odda 10-2. Hetta var ein hvøkkur fyri Mjølnir, ið tó spakuliga kvaklaðist við og fekk minkað munin niður í fýra stig. Men eftir 12-8 setti SÍ trumf á og koyrdi avstað, uttan at hyggja aftur um seg. SÍ hevði góðar servur, samstundis sum móttøkurnar hjá Mjølnir vóru vánaligar, og tí var hetta settið skjótt avgjørt.

Mjølnir tók ikki av
Roknast kundi neyvan við, at Mjølnir fór at vera so fyri ongum allan dystin, og so var eisini. Í øðrum setti lyftu klaksvíkingar spælið munandi og vóru fyri tað nógva fult so frægir og betri enn SÍ. Her var javnt og tætt fyri tað mesta, og frá 14-14 fylgdust liðini allan vegin uppeftir.
SÍ sá tó út til at skula taka settið, tá støðan var 24-22, men so servaðu sørvingar út, og brádliga hevði Mjølnir møguleikan at svara aftur. Við einum serviessi og annars góðum spæli eydnaðist Mjølnir at koma á odda 25-24, og nú var bara settbólturin eftir.
Men í evstu løtu vendi spælið aftur, so tað í staðin gjørdist SÍ, ið fekk minkað um munin og bart seg framum, so setti endaði 27-25 til heimaliðið. Hinvegin skuldi hetta vísa seg at vera ein av avgerandi løtunum í dystunum, har serliga klaksvíkingarnir aftaná máttu iðra seg um, at teir ikki megnaðu at taka av, tá rætta løtan var til at fáa vent dystinum.

Bæði spældu væl
Áskoðararnir í Sørvági fingu ikki bara spenning, men eisini gott spæl, og serliga hetta síðsta var at síggja í triðja setti, sum tó skuldi vísa seg at gerast tað seinasta í dystinum.
Mjølnir spældi veruliga upp til sítt besta, men allíkavæl var tað ikki nóg mikið. Til tað var verjuspælið hjá SÍ snøgt sagt ov gott, tí sørvingarnir fingu at kalla alt uppaftur og vunnu tí ofta bóltarnar, ið Mjølnir helt fara at fáa.
Stóri munurin var nokk, at teir á heimaliðnum vóru meira uppsettir, umframt at teir høvdu fleiri kort at spæla út við. Mjølnir saknar breiddina, sum SÍ tykist hava í ríkiligt mát, nú kappingin er komin so langt, at skjótt er hvør bóltur avgerandi.
Í triðja settinum var SÍ á odda fyri tað mesta, hóast munurin ikki var tann stóri. Mjølnir hekk tó við leingi og tað var javnleikur 18-18, áðrenn SÍ tók eitt »time-out« og síðani fekk sett endaspurtin inn og vunnið settið við fimm bóltum.
Sostatt gjørdist talan um ein 3-0 sigur, ið minkaði munin millum tey bæði fremstu liðini niður í eitt stig. Mjølnir er framvegis tað fremra av teimum, men sum støðan annars sær út og sum gongdin er í kappingini, verða tað hesi bæði, sum koma at møtast í FM-finalunum.