Tey flestu hava langt síðani staðfest, at tað verður SÍ, sum í ár fer at vinna føroyameistaraheitið í mansflogbólti. Sørvingar hava ligið á odda ein stóran part av kappingarárinum, og hesar seinastu vikurnar hava teir bara økt um leiðsluna hjá sær.
Vunnu á nærmastu kappingarneytunum
Sunnudagin hevði SÍ vitjan av Fleyr, sum er nærmasti kappingarneytin hjá sørvingum, men dysturin vísti bara, hvussu nógv sterkari enn hini liðini, ið SÍ er. Sørvingar vunnu dystin greitt, og í veruleikanum var ongantíð nakar serligur spenningur um úrslitið.
Fyrsta settið var skjótt avgreitt, og tá ið avtornaði, høvdu sørvingar vunnið fyrsta settið 25-13. Í tí næsta settinum var heldur ikki nakar serligur spenningur. SÍ fór beinan vegin frá havnarliðnum, og heimaliðið vann settið greitt 25-14.
Triðja settið var tað frægasta hjá Fleyr, men tað var tó framvegis ikki nóg mikið til at koppa SÌ, sum vann settið 25-20, og harvið vunnu sørvingar dystin 3-0.
Ein annar dystur var í meistaradeildini hjá monnum sunnudagin, og hann var á Kambsdali millum ÍF og Fram.
Tað var Fram, sum byrjaði dystin best, og havnarliðið vann eisini fyrsta settið greitt. Í næsta settinum var tað eisini Fram, sum fekk bestu byrjanina, men so líðani fótaðu fuglfirðingar sær, og ÍF vann eftir tógvið stríð settið, og so stóð á jøvnum 1-1.
Fuglfirðingar vóru nú komnir fyri seg, og teir vunnu tey bæði næstu settini rættuliga sannførandi, og harvið vunnu teir dystin 3-1.
SÍ er greitt á odda í meistaradeildini hjá monnum, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um føroyameistaraheitið skuldi kiksað hjá teimum.