Sørvingar stíla høgt

Fleyr hevði ongan møguleika at nerta einaráðandi fuglfirðingarnar, og í Sørvági eydnaðist heimaliðnum enn einaferð at basa Mjølni

Mansflogbóltur

Tað hevur verið sagt alt árið. Mansliðið hjá ÍF er í einum flokki fyri seg í føroysku flogbóltskappingini, og sunnudagurin var einki undantak í so máta.
ÍF var á vitjan í Havn hjá botnliðinum, Fleyr, og fyri tað mesta gekk dysturin akkurát so, sum fólk flest høvdu roknað við. Talan var at kalla um avgreiðsluspurning, og eftir at ÍF í fyrsta settinum hevði fingið vissur fyri, at her var eingin vandi fyri tapi, lótu teir fleiri av yngu leikarunum á liðnum fáa nøkur sett við fyrstudeildarflogbólti, soleiðis at hesir spakuliga kunnu búnast til at gerast framtíðar álit á liðnum.

SÍ stílar høgt
Grundspælið mundi í mangar mátar sýnast sum eitt vónbrot hjá sørvingum. Hóast teir fleiri ferðir vóru heilt nær við, so eydnaðist tað mest sum ongan tíð at hótta nakað av hinum stóru feløgunum, og tó at teir alla tíðina hildu Fleyr aftan fyri seg, so var tað ikki ein nøktandi støða.
Seinastu dystirnir í grundspælinum góvu tó ábendingar um, at okkurt gott kanska var í væntu, og tá teir so brádliga eisini vunnu trupla útidystin í Klaksvík, varð tosað um sensatión.
Hesa ferð var Mjølnir á vitjan í Sørvági, og nú man tosið um sensatiónir so smatt vera farið at tagna. Sørvingar hava alla tíðina roynt at hildið fast í framgongdini, og í einum sera spennandi dysti gav hetta eisini úrslit.
Fyrstu fýra settini vóru sera skiftandi, soleiðis at skilja, at tað í ongum av hesum var ivi um, hvat var betra liðið, men í fimta settið varð talan harafturímóti um ein sannan gysara. Liðini fylgdust allan vegin, men í seinasta enda vóru sørvingar teir drúgvaru, og tí gjørdust tað teir, sum kundu fegnast um bæði stigini, sum vórðu fingin til høldar.
Sigurin ber við sær, at SÍ nú brádliga er at finna á øðrum plássi á stigatalvuni. Fram hevur tó leikt ein dyst færri, og hevur tí møguleikan at yvirhála, men hvussu er og ikki, so man hetta vera ikki sørt hugaligari støða hjá SÍ enn tann, sum teir vóru í í heyst. Og so staðfestir tað bara enn einaferð, at tað er í endaspælinum, at stórspælið skal finnast fram. Eftir eitt gott grundspæl í fjør gekk nevnliga heilt illa hjá SÍ, sum so dyggiliga varð yvirhálva í endaspurtinum, men nú tykist støðan vera júst tann øvugt. Og hóast hon neyvan røkkur til gull í ár, nú ÍF er somikið langt oman fyri øll hini, so man eitt silvurmerki tó ikki vera heilt av leið.