Sørvingar skulu royna at koppa ÍF

Higar til einaráðandi fuglfirðingarnir fáa torføra uppgávu í Sørvági um vikuskiftið, og í Havn verður grannauppgerð millum Fram og Fleyr

Mansflogbóltur

Enn hevur ÍF ikki tapt nakran dyst hetta kappnigarárið, og eru teir tí sjálvsagt eisini liðið, sum er ovast á stigatalvuni. Ikki so mikið sum eitt einstakt sett er farið av kontini higartil, og tí er spurningurin helst, um nakar er førur fyri at gera nakað sum helst við oddaliðið.
Tað er tó einki at ivast í, at Sørvingar fara at gera eina roynd, tá teir fáa vitjan sunnudagin. SÍ er kanska eisini eitt av teimum liðum, sum veruliga kann gera nakað við ÍF, um lagið er hitt rætta. Í Borgo og Raika hava sørvingarnir tveir av sterkastu álopsmonnunum í landinum, og tað er so avgjørt neyðugt, at hesir vísa síni kynstur, tá ÍF vitjar, eins og tað eisini er neyðugt, at hinir leikararnir á liðnum spæla upp til sítt allar-, allarbesta.
Í Havn verður grannauppgerð á skránni, tá Fram og Fleyr skulu takast, men í mun til so nógvar aðrar grannauppgerðir, sum hava verið, so er tað helst so sum so við spenninginum hesaferð. Æran er sjálvandi altíð upp á spæl, tá slíkar uppgerðir standa fyri framman, men tað er greitt, at Fram er stórfavorittur at vinna dystin, nú Fleyr í ár tykist hugsa meira um týdningin av at spæla eitt framtíðar lið saman, heldur enn at satsa ov nógv upp júst árið í ár.