Sørvingar settu seg á steypini

Á pappírinum var SÍ favorittur at vinna báðar steypafinalurnar leygardagin, og sørvingar livdu í báðum førum upp til tann leiklutin

Ítróttarklumma

Samstundis sum flogbóltsliga Føroya-kortið sær út til at standa í vøkstri, er eingin ivi um, hvar høvuðsstaðurin á tí kortinum er at finna. Sørvágur hevur í mansflogbóltinum gjørt seg galdandi í mong ár, men kvinnurnar hava eisini sett eina tjúkka striku undir, at roknast kann við teimum!
Kvinnufinalan var kanska ikki tann best spælda, men hon hevði tað, sum ein finala skal hava, og hóast Dráttur átti undirtippaða leiklutin, gjørdu kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági sítt til, at finalan eisini gjørdist tann spennandi og javna grannauppgerðin, mong høvdu væntað og vónað.
Líka stórur var spenningurin ikki í mansfinaluni, har SÍ vísti størri styrki og breidd, men kortini megnaði Mjølnir at halda lív í dystinum við at taka triðja settið. Nú bíða vit so øll spent eftir, hvat fer at henda, tá somu lið aftur møtast í FM-finalunum, tí nógv kann broytast í ein mánað.
Og so var tað hin dysturin, ið gekk fyri seg uttan fyri strikurnar á sjálvum vøllinum. Áskoðarar í hópatali vóru komnir úr Vágum, og í kvinnufinaluni bar illa til at taka dagar ímillum, um fjeppararnir hjá SÍ ella Drátti royndust drúgvari, tí gangurin frá báðum pørtum var deiliga nógvur. Í mansfinaluni vann SÍ heilt klárt uttan fyri vøllin, tí klaksvíkingarnir, ið vóru komnir til Havnar at stuðla Mjølnir, vóru hvørki líka fjølmentir ella mælskir.
Flogbóltssambandið eigur enn eina ferð rós fyri eitt frálíkt tiltak, ið veruliga fær sett flogbóltin í fokus, og vit gleða okkum longu nú til teir fýra finaludystirnar á Eiði í næsta mánaði, tá føroyameistaraheitini hjá bæði kvinnum og monnum skulu avgerast!