Sørvingar kendir fyri blíðskap

Rannvá Vesturklett fer á lítla pall í Sørvági í kvøld klokkan 23.

- Eg eri ógvuliga spent, fari at gera mítt besta og taki hetta sum eitt upplivilsi. Tað er altíð stuttligt at undirhalda og síggja, at fólk hugna sær.

Hon heldur, at tiltakið við countryfestivali í Sørvági er frálíkt.

- Tað er púra hvør sítt, tá eitt slíkt tiltak er í høvuðsstaðnum - og so, tá tað er úti á bygd. Bæði kunnu rigga væl, men karmarnir eru ikki teir somu. Á ein hátt síggi eg tiltakið í Sørvági, sum eina ávísa stevnu.

Rannvá Vesturklett vísir á, at í Sørvági er nakað til alla familjuna, og her er eitt hugnaligt umhvørvi skapt í gomlu bygdini við eitt nú eini country-& western gøtu og matsølum.

- Tað eru góðar kreftir, sum standa aftanfyri festivalin í Sørvági, og karmarnir eru útmerkaðir. Eg ivist onga løtu í, at Sørvágs Country-& Blues Festivalur verður ein stór succes.

Hon leggur aftrat, at sørvingar er kendir fyri sín blíðskap, og hon væntar, at hetta verður eitt minniligt tiltak í Sørvági.

Myndina hevur Jens Kristian Vang tikið.