Sørvingar hava truplastu uppgávuna

Flogbóltur: Hetta vikuskiftið er mesti spenningurin um dystirnar í mansdeildini í Sørvági og í Klaksvík

Um vikuskiftið kemur seinasta leikumfar í flogbóltslandskappingini fyri áðrenn farið verður undir endaumfari.

Tá kappingin verður tikin uppaftur fyrst í komandi ári vera stigini, sum liðini hava fingið áðrenn jól býtt í helvt, og haðani verður so kappast um hvør gerst meistari.


Sørvingar steðgaðir

Dystirnir hetta vikuskiftið hava lagað tað soleiðis, at ikki øll liðini frammi í oddinum fáa stig, tí í Sørvági hittast SÍ og Fleyr, meðan Mjølnir og Fram hittast í Klaksvík.

Fyrr í ár vóru sørvingar knáir og vunnu teir fleiri dystir, sum bæði teir sjálvir og mótstøðuliðini hildu, at teir áttu at tapt.

Men, sum tikið verður til, soleiðis er flogbóltur; ein dystur er ikki liðugur fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað og tað hava sørvingarnir duga at brúkt. Hóast teir hava ligið undir, so hevur í seinastu løtu eydnast teimum at venda sær og vinna dystin.

Sunnudagin spæla teir móti Fleyr og teir skulu vinna dystin fyri at gera sær nakrar vónir um at vera við frammi í oddinum har Fleyr í løtuni er einaráðandi.

Í Klaksvík er støðan nett tann sama hjá Mjølni, sum hevur vitjan av Fram. Liðini eru jøvn í styrki, og fær Fram Rúna við aftur í spæli, so kann tað næstan gera tað sama at Mjølnir hevur Borko Ilic.

Seinasti dysturin í mansdeildini er millum Fleyr b og ÍF og eftir støðuni hjá Fleyr b at døma, so eigur tað ikki at vera ein trupul-leiki hjá ÍF.


Mjølnir stungið

út í kortið

Hjá kvinnunum hevur Mjølnir sett beina kós móti FM, og tað er neyvan sannlíkt, at ÍF verður nøkur forðing hjá teimum í so máta leygardagin.

Meiri spenningur er tí um dystin í Vágum har Dráttur og Fleyr hittast, tí hesi bæði liðini liggja og togast um triðjaplássi.

Dráttur hevur havt trupult at finna tað støðuga spælið, og hjá Fleyr hevur gingið nøkunlunda líka. Seinasta vikuskiftið vunnu bæði liðini sínar dystir, og tí skuldi verið útlit til ein spennandi dyst á Giljanesi sunnudagin.