Sørvingar halda ondini

Við tryggum sigri á Fleyr hitaðu teir hjá SÍ upp til brakið móti ÍF, sum verður á skránni komandi vikuskifti

Mansflogbóltur

SÍ er nú einasta liðið, sum kann hótta ÍF í føroyskum mansflogbólti. Hetta varð longu greitt fyri viku síðani, og tá Fleyr nú kom á vitjan vildi SÍ líka sum undirstrika, at hetta var eitt av sterkastu liðunum í landinum.
Fleyr mutaði tó nakað ímóti fyrsta settið, men tá SÍ fyrst fekk nóg nógvar snúningar á, so var ikki stórvegis at gera. Við fullari ferð vórðu havnarmenninir spældir langt út av vøllinum, og nú er bara hjá SÍ at fyrireika seg til stóra slagið, sum verður komandi vikuskifti.
Tá kemur ÍF á vitjan í einum dysti, sum í nógvar mátar tykist spennandi. Sjálvandi einamest tí hetta er dysturin, sum kanska kann avgera FM-stríðið í hesum kappingarárinum, men ikki minst eru vónirnar til dystin stórar, eftir framúr undirhaldandi finaludystin í steypakappingini millum liðini bæði. Tann dystin vann ÍF sum kunnugt, men nú tykjast sørvingar vilja hevna seg, og so er eeinasti spurningurin, hvørt fyrireikingarnar komandi vikuna fara at geva úrslit.