Sørvingar hava í drúgva tíð bara gingið og bíðað eftir, at meistaraheitið kundi tryggjast, og sunnudagin var dagurin so komin, at SÍ við einum sigri móti Fram kundi rópa seg føroyameistarar í mansflogbólti 2005.
Suverenir meistarar
Tað er einki at taka seg aftur í, at SÍ hevur verið nógv tað besta liðið í meistaradeildini hjá monnum í ár. Liðið hevur vunnið allar dystirnar, ið teir hava spælt síðani miðjan oktobur mánað, og tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá liðnum.
Sunnudagin stóð Fram sum áðurnevnt fyri tørn, og her var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið.
Sørvingar snøgt sagt sópaðu heimaliðið av vøllinum. Við sínum vanliga ágrýtna spælistíli langaðu teir ferð aftaná ferð bóltin í gólvið hjá mótstøðumonnunum, og hvussu stórur munurin á liðunum er, var sjónligt frá fyrsta bólti. Fyrsta settið gjørdist heldur ikki nakrantíð spennandi, tí SÍ var nógv betri og vann settið sannførandi 25-13.
Í næsta settinum kom ein feril av spenningi í. Heimaliðið Fram royndi at bíta eitt sindur frá sær, og sørvingarnir, sum kanska vóru ruraðir eitt sindur í svøvn av lætta sigrinum í fyrsta settinum, mótu líkasum taka seg eitt sindur saman, áðrenn tað at enda eydnaðist teimum vinna settið 25-21.
Í triðja settinum var eingin ivi. Sørvingar vildu bara hava meistaraheitið til høldar, og tað fingu teir við einum knúsandi 25-11 sigri í seinasta settinum, og so kundu bæði leikarar og áskoðarar fengast um, at tað í ár hevur eydnast SÍ at vinna greipuna í føroyskum mansflogbólti.
Framúr ár
At menninir hjá SÍ vinna greipuna í ár er avbera flott, og tá ið havt verður í huga, at felagið fyllir 100 ár í ár, so man lítið verða at ivast í, at leiðslan í felagnum fegnast um føðingardagsgávuna, sum leikararnir og venjarin hava latið felagnum á 100-ára degnum.
Fyri lítlum mánað síðani tryggjaði SÍ sær sigurin í steypakappingini, tá ið teir í finaluni vóru ein alt ov stórur gloypibiti hjá Mjølnir, og tann dysturin vísti kanska allarbest, hvussu nógv betur enn hini liðini, ið nýklaktu føroyameistararnir úr SÍ eru.
Mjølnir yvirtók silvurplássið
Ein annar dystur var í meistaradeildini hjá monnum um vikuskiftið. Hann var millum tey bæði liðini, ið stríðast um silvurheiðursmerkir. Tað eru Fleyr og Mjølnir, og hesi bæði lið hittust í Gundadalshøllini sunnudagin.
Undan dystinum var Fleyr eitt stig framman fyri Mjølnir á stigatalvuni, men aftaná dystin hevði Mjølnir vunnið silvurplássið frá Fleyr.
Sunnudagin vóru klaksvíkingarnir nógv betur enn havnarmenninir, og Mjølnir vann fult uppiborið dystin 3-0. Greiður munur var á liðunum báðum í øllum trimum settunum, og nú bendir alt á, at Fleyr noyðist at taka til takkar við bronsumerkjunum í ár.
Fram-SÍ 0-3 (13-25, 21-25, 11-25)
Fleyr-Mjølnir 0-3 (16-25, 14-25, 19-25)









