Sørvingar tryggjaðu sær í góðveðrinum í dag trý stig í fyrstu royndini í næstbestu deildini í ár. Teir høvdu vitjan av KÍ, sum hevði bóltin meiri enn heimaliðið og vísti gott samanspæl. Men tað gekk meiri striltið hjá klaksvíkingum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Bæði SÍ málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Ein av nýggju spælarunum, Jørgin Meitilberg, setti hol á, tá ið stórt korter var farið, og dygst undan steðginum skoraði Bogi Selfoss.