Sørvágur: Landaði fiskurin fer av oynni

Fýra mans arbeiða fast á landingarmiðstøðini í Sørvági, men tá ið nógv landing er, eru fleiri mans til arbeiðis Í morgin landar ísfiskatrolarin Vesturleiki í Sørvági. Teir hava roynt á Íslandsrygginum, og fyrr í morgun høvdu teir 85.000 pund inni. Ein stórur partur av veiðini hjá trolaranum er toskur.

Vesturleiki er fyrrverandi Beinir.

Í Sørvági vænta tey, at línuskipini Venus og West Freeser koma inn at landa fríggjadagin. Bæði skipini hava roynt eftir hýsu og toski vestanfyri, og í gjár hevði Venus sløk 40.000 pund inni, sum teir hava fingið síðan leygardagin.

Nú streymurin harðnar, og hann sigur øtlandi veður, eru fleiri línuskip við at rigga túrin av.

Væntandi er, at mongu landingarnar og sølurnar á Fiskamarknaði Føroya komandi dagarnar kunnu ávirka prísin á línufiski.

Mánadagin og týsdagin landaði útróðrarbáturin Lírðaberg í Sørvági. Teir høvdu ávikavist 6.500 og 6.000 pund hvønn dagin á 54 stapum. Ein stórur helmingur av veiðini var toskur, og sagt verður, at fiskurin er smáttfallandi, mest 4?arar.

Lírðaberg er heimahoyrandi á Argjum, har línan verður rikin um. Teir seta línuna úr trakt, tá ið teir eru á útróðri.

Wenzil Mouritsen, landingarformaður, sigur, at fýra mans eru knýttir at landingarmiðstøðini í Sørvági, men tá ið nógv landing er, hava teir aðrar mans aftrat sær.

Meginparturin av fiskinum, sum verður landaður í Sørvági, verður koyrdur úr bygdini og av oynni til virkingar aðrastaðni.