Harrarnar megnaðu at vinna greipuna, og kvinnurnar hava nú eisini vunnið sítt fyrsta meistaraheiti til felagið. Av sonnum má Sørvágur verða at kalla ein flogbóltsbygd burturav.
Besta liðið vann
Unga SÍ-liðið vann um vikuskiftið sítt fyrsta meistaraheiti, og tað gjørdu tær við imponerandi sigri á Kambsdali, har tær bastu heimaliðnum ÍF í einum ikki so væl spældum, men sera spennandi oddabraki.
SÍ hevur gjøgnum alt kappingarárið bert tapt eittans dyst, og tað var móti júst ÍF á Kambsdali, við minst møguliga muni. 3-2. Eftir hetta bangaðu tær alla mótstøðu til viks, og eisini í steypakappingini vístu tær ræðandi styrki. Uttan í sjálvari finaluni.
Sviku í steypafinaluni
- Steypafinalan var ræðulig, hevur Karin Mikkelsen, liðforkvinna hjá SÍ, fortalt okkum fleiri ferðir gjøgnum kappingarárið, og við sigrinum um vikuskiftið hava tær endaliga staðfest, at steypaósigurin var eitt keðiligt eindømi.
Dystargongdin
Dysturin byrjaði sum vanligt sera tættur og javnur, og liðini fingu høvið at skiftast um at vinna nakrar bóltar, men so var sum í berginum. Tær fylgdust heilt tætt restina av settinum, og ikki fyrr enn móti endanum drógu SÍ frá, og vunnu 25-22.
Næsta settið var heilt ólíkt tí fyrsta, og nervarnar, ið SÍ tóktist at hava blakað til viks, komu aftur at arga tær, eins og dømið var í steypafinaluni.
ÍF vant snøgt sagt burturúr gestunum, og við 25-12 siga tølini kanska meira enn flestu orð.
Triðja sett var sera spennandi, eins og tað fyrsta hevði verið, og bert við kempan og stríði og strevi, fekk SÍ strítt seg framum og móti endanum høvdu tær so eisini neyðuga yvirskotið, og vunnu 25-22.
Fjórða sett fekk SÍ veruliga fulla úrtøku í byrjanini, tí av teimum fyrstu 10 bóltunum, vunnu gestirnar úr Sørvági teir nýggju. ÍF royndu gamaní at berja seg inn aftur í settið, ið tær máttu vinna, skuldu tær ikki tapa meistaraheitið á heimavølli. Munurin minkaði so við sum settið leið, men stóri munurin frá byrjan hevði við sær, at mótbrekkan hjá ÍF var ov brøtt. Munurin gjørdist ongantíð minni enn fýra stig, og tískil kundi SÍ krúnast Føroyameistarar í kvinnuflogbólti anno 2008.
Hiðani skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til bæði kvinnur og menn hjá SÍ, og alt tað besta framyvir.