Aling
Vágar:Sørvágs Laks hevur keypt meirilutan í smoltstøðini í Norðradali. Grundin er tann, at felagið við tryggja sær nóg mikið av smolti til alingina á Sørvági, sigur stjórin.
Gardar Joensen, stjóri á Sørvágs Laksi, sigur, at Sørvágs Laks hevur keypt 55 prosent av partapeninginum í Dalá Smolt. Eisini fylgir alistøðin Hólmalaks, sum liggur við Gomlurætt, við í keypinum. Hinir partaeigararnir eru Havsbrún, sum eigur 40 prosent, meðan norðradalsmenn eiga hini fimm prosentini.
Gardar Joensen sigur, at fyri Sørvágs Laks merkir tað onga broyting sum so, at felagið nú eigur egna smoltstøð, tí tey hava í áravís fingið mestsum alt sítt smolt frá Dalá Smolti.
?Tó kann tað vera ein ávísur tryggleiki í at vita, at vit á hendan hátt altíð hava trygga tilgongd av smolti, sigur hann.
Hann sipar til, at í løtuni er yvirskot av smolti á marknaðinum, tí minni er sett út seinnu tíðina, enn vanligt hevur verið. Tað kann so aftur fara at gera, at onkur støð í framtíðini fer at trappa niður og ikki fer at hava nokk av smolti. Tá er gott at kunna hava sítt egna, sigur Gardar Joensen.
Tað fer ikki at mekrja nakra broyting fyri arbeiðsfólkið á støðunum, at partapeningurin skiftir eigara, sigur Gardar Joensen.