Á nýggjárinum verður Mykines partur av Sørvágs Kommunu. Avtala um samanleggingina varð undirskkrivað um vikuskiftið.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, sigur, at avtalan, sum undirskrivað er millum Mykines og Sørvágs Kommunur, líkist avtaluni, sum Bíggjar Kommuna og Sørvágs Kommuna skrivaðu undir í summar.
Eitt fylgiskjal við ymsum ynskjum frá Mykinesar Kommunu hongur við sáttmálanum, sum nú er undirskrivaður, sigur Eivin Jacobsen.
Har er millum annað nevnt, at Sørvágs Kommuna átekur sær onkrar uppgávur, sum skulu gerast í Mykinesi.
Eitt nú verður nevnt, at vatn og kloakkviðurskiftini skulu bøtast, eins og skúlin eisini er nevndur, greiðir Eivin Jacobsen frá.
Mykines Kommuna eigur vatnreinsiverk og rør til leiðingar, men tað liggur alt ónýtt. So tað, sum nú er at gera, er mest graviarbeiði, sigur borgarstjórin í Sørvági. So er at finna útav, um kloakkskipanin ikki kann leggjast í somu grøv sum vatnleiðingin, sigur hann.
Skúlin í Mykinesi er ikki serliga væl útgjørdur. Eitt nú er ikki varmi í bygninginum, og tað verður væl tað fyrsta, sum har skal gerast. Undirvísingarskylda er, og skúlin skal vera tøkur til tess.
Í løtuni er eingin byggiætlan fyri Mykines. Tað er eitt mál, sum nýggja bygdarráðið væl saktans fer at gera nakað við heilt skjótt, væntar Eivin Jacobsen.
Í mun til avtaluna millum Bíggjar og Sørvágs Kommunur, hevur Mykinesavtlan tó tað frávik, at veljast skal ein staðbundin Mykinesnevnd at vegleiða bygdarráðnum í ymsum lokalum spurningum. Tað ynsktu tey ikki í Bíggjar Kommunu, sigur Eivin Jacobsen.
Avtalan um kommunsamanleggingina vestanfyri varð send Innlendismálaráðnum mánadagin, sum var seinasta freist, um smanleggingin skal fáa gildi frá 1. januar komandi.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til kommunvalið, sum lýst er at verða tann 9. november.










