Bilurin er keyptur frá VR-Bilar í Havn og er uppbygdur hjá “Rosenbauer” í Eysturríki og hjá HMK Ringe Karrosseri í Ringe, Danmark.
Bilurin verður drivin av bæði for- og bakhjólunumger og er útgjørdur til at koyra allastaðni og í øllum veðri. Hann skal eisini kunna koyra til Bø og Gásadals á vetrardegi.
Volvo bilurin er útgjørdur við nýtímans klippiútgerð, roykkavaraútgerð, ið er keypt frá Fønix í Havn. Eisini hevur bilurin tvær hátrýstslangur á 70 m hvør. Hátrýstdysur framman, sum t.d. kunnu nýtast til at spula olju burtur av vegnum. Eisini er el-generator og útgerð til arbeiðsstreym er til taks í bilinum, um ikki onnur elveiting er nærhendis.
Bilurin rúmar átta sløkkiliðsmonnum, har fýra roykkavarar gera seg til reiðar í bilinum. Hesir hava við nýggju útgerðini fingið radioútgerð, so teir kunnu samskifta við restina av liðnum, meðan roykkavað verður. Tangarnir rúma knappar 3.000 litrum av vatni, og skúmblandari er somuleiðis í bilinum.
Eftir ætlan verður farið undir at byggja nýggja brandstøð í bygdini, tá núverandi støð ikki rúmar nýggja bilinum. Til nýggja støðin er klár, kemur bilurin at standa í leigaðum hølum á bryggjuni í Sørvági. Gamli bilurin, ein Toyota Hiace frá 1984, ið einans hevur koyrt 4.600 km verður framvegis knýttur at sløkkiliðnum.
Víð nýggja bilinum hjá Sørvágs kommunu eru Vágar væl stillaðar í samband við tilbúgving. Tá Vágatunnilin lat upp, fekk Miðvágs- Sandavágs Sløkkilið eisini nýggjan brandbil.
Brandbilurin verður sýndur fram fyri almeninginum í Sørvági mikudagin frá kl. 17 til 18. Eftir tað fer bilurin á framvísingarferð til bygdirnar fyri vestan, Bø og Gásadal.