Sørvágs kommuna avlýsir nýggjársbálið

Sørvágs kommuna boðar nú frá, at vegna ivasamt veður verður onki nýggjársbál á Breiðagrasinum.

Áður hava kommunurnar kring Skálafjørðin, Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur, boða frá, at tær gera broytingar í sambandi við nýggjárshaldið.

Á Strondum verður ikki gjørt so nógv burturúr sum annars ætlað, á Toftum er nýggjárshaldið útsett, og í Runavík er tað partvís framskundað

Les her: Veðrið ávirkar nýggjárshald