Súrur og vónbrotin

Jan Ottosen var súrur og vónbrotin, tá hann fekk boðini um at hann var sagdur úr starvi sum venjari hjá VÍF.

- Okkurt mátti gerast, sigur Áki Olsen, formaður í VÍF.

Áki Olsen, Formaður í VÍF

- Tað hevur verið eitt sindur av órógv í hópinum og úrslitini hava ikki verið so góð, sum vit høvdu vónað, sigur Áki Olsen.
Afturgangandi fyri allar viðmerkingarnar um Jan Ottosen eru, at hann er ein frálíkur venjari, men tað tykist sum felagið og spælararnir skulu verða til reiðar at taka móti honum og hansara hugsjónum.
- Jan Ottosen er ein góður venjari, so tað er ikki nøkur løtt loysn. Men havt skalt tú gera, koyra allar spælararnar frá ella koyra venjaran frá, sigur formaðurin í VÍF spyrjandi.
- Vit í leiðsluni blíva so samdir um, at tað er Jan, ið má offrast kanst tú siga. Tað hevur ikki verið beinleiðis ónøgd frá spælarunum ella okkum, men okkurt mátti gerast, leggur Áki afturat.
Undan dystinum í gjár lá VÍF á triðja plássi við 15 stigum, bara eitt stig frá H71, sum liggur á øðrum FM finalu plássinum. Í so máta sær støðan á stigatalvuni ikki so galin út, mem tað eru serliga úrslitini beint fyri jól, sum hava ávirkað.
- Í teimum seinastu dystunum fyri jól hava vit dystir móti millum annað Kyndli og Neistanum, men megna ikki at leggja okkum á annað plássið, sum vit vilja hava. so úrslitini spæla eisini inn, staðurfestur Áki Olsen at enda.

Jan Ottosen, frákoyrdur venjari hjá VÍF

- Eg bleiv eitt sindur bilsin. Eg skilji væl, at eg komi undir trýst tá vit ikki vinna í teimum trimum dystunum fyri jól, men áðrenn tað spæla við níggju dystir og fáa 14 stig, sigur Jan Ottosen, sum sjálvur ynskti at fáa Henrik Gerster í venjaratoymið.
- Tað var mítt ynski at fáa hann til felagið, og vit hava arbeitt væl saman tað tíðina vit hava verið í felagnum. Vit hava roynt nøkur nýggj ting, og tað hevur gingið útyvir teir tríggjar dystirnar, greiður Jan Ottosen frá.
Jan Ottosen hevur verið í Danmark í jólaferiuni, men náddi bara at hava eina venjing við felagnum áðrenn hann varð koyrdur. Tað heldur hann vera ein óheppin máti at gera tað uppá.
- Tingini, ið eg og Henrik Gerster arbeiddu við, sóu betri út, men so fái eg sekkin aftaná eina venjing í nýggja árinum. Tað haldi eg er ein óheppin máti at gera tað uppá. Eg var bæði súrur og vónbrotin, men nú eri eg avkláraður við støðuna, sigur Jan Ottosen