Sum nevnt í mánadagsblaðnum, er tað mestsum bara ein teoretiskur møguleiki fyri, at kvinnurnar hjá SÍ kunnu koma í FM-finaluna ímóti Mjølni. SÍ kappast við Fleyr um henda møguleikan, men skal tað eydnast sørvágskvinnum at koma í finaluna, skal hjálp fáast frá øðrum.
Mánakvøldið vann SÍ ein tryggan 3-0 sigur á TB, sum bert megnaði at geva mótstøðu í fyrsta setti, men síðani varð spælt av vøllinum í teimum báðum seinnu. Hetta merkir, at SÍ nú bara er tvey stig aftan fyri Fleyr, ið tók hevur spælt ein dyst færri.
Kappingin nærkast endanum, og SÍ hevur bara tveir útidystir eftir, ið skulu vinnast, skal finalan gerast veruleiki. Tann fyrri verður ímóti grannunum í Drátti og tann seinni ímóti oddaliðnum, Mjølni.
Hinvegin hevur Fleyr tríggjar dystir eftir. Tann fyrsti av teimum verður á heimavølli ímóti Mjølni sunnudagin, og síðani spælir Fleyr heima ímóti Ternuni og úti ímóti TB. Vinnur Fleyr bara ein av hesum dystunum, endar finaluplássið við fullari vissu í Havn, men snávar Fleyr tvær ferðir, samstundis sum SÍ vinnur sínar báðar írestandi dystir, verður settmunurin avgerandi fyri, hvat av liðunum kemur í finaluna.










