Uttanríkisráðið í Sýrialandi kunngjørdi fyrrapartin, at landsins sendiharri í Irak, Nawaf Fares, er loystur úr starvi. Avgerðin er ein avleiðing av, at sendiharrin hevur vent sær ímóti stýrinum í Damaskus og biðið allar sýrar og serliga hermenninar gera tað sama.
Franska tíðindastovan almannakunngjørdi í nátt eina yvirlýsing frá Nawaf Fares, har hann legði Bashar al-Assad, forseta undir at brúka Baath-flokkin til at kúga fólkið og taka alt frælsi frá tí. AFP skrivar, at Fares er tann týdningarmesti sýriski embætismaðurinm, sum hevur vent sær ímóti stýrinum hjá al-Assad.
ST-trygdarráðið skal í dag taka støðu til eitt uppskot frá vestanveldunum um at seta umfatandi revsitiltøk í verk ímóti Sýrialandi, um stýrið ikki gevst við sínum álopum á býir og bygdir innan tíggju dagar. Ráðið skal eisini viðgera eitt russiskt uppskot, men tað sigur einki um revsitiltøk.