Vápnaðir menn myrdu í dag ein sýriskan general uttan fyri hús hansara har norðuri í høvuðsstaðnum Damaskus. Tað skrivar tann almenna tíðindastovan Sana.
Sana skrivar, at yvirgangsmenn myrdu generalin Issa al-Khouli, sum var útbúgvin lækni og sjúkrahússtjóri í Damaskus.
Eygleiðarar siga, at Khouli er tann ovasti embætismaðurin, sum hevur latið lív, síðani uppreisturin ímóti Bashar al-Assad byrjaði fyri skjótt einum ári síðani.